Um okkum

Í 1999 stovnaði Pætur Hentze einstakligafyritøkuna Fa. Nótin.
 
Endamálið við fyritøkuni var at veita tráðleyst breiðband til føroya fólk fyri at bjóða eina alternativa loysn til breiðband gjøgnum kopar (telefonlinjur), ið nógvastaðni ikki kann veita eina nøktandi tænastu.
 
Frá 1999 til 2008 var dentur lagdur á at veita breiðband til privat húsarhald í Tórshavn - við tí fyri eyga at byggja út um alt landið seinni. 
 
Í 2009 byrjaði eitt samstarv við Eigarafelagið Æðuvík og Opus. Tey ynsktu sær eina loysn, ið kundi veita breiðband til hvørt húski í Æðuvík yvir verandi sjónvarpskaðalkervið (coax).
 
Eftir at hava ment skipanina í nærum eitt ár, setti Nótin kaðalborðna internetið upp í Æðuvík.
Hetta gav øllum húsarhøldunum møguleika at fáa breiðbandsferðir upp til 30 Mbps – og seinni hægri ferðir.
 
Hetta gav so góð úrslit, at tvey ár seinni vóru fleiri eigarafeløg komin inn á kervið hjá Nótini – millum annað Norðasta Horn og Lítlagil.
 
Í 2012 fingu vit heimasíðuna og facebook-síða varð stovnað.
 
Í juli 2013 bleiv Sp/f Nótin stovnað og mánaðin eftir fekk fyritøkan egna linju út í heim – uttan at vera tilknýtt øðrum føroyskum veitara.
 
Í januar 2014 bleiv fyrsti breiðbandskundin í Runavík íbundin netið hjá Nótini.
 
Í 2014 byrjaði samstarv við Fa. Glotti í Fuglafirði og bleiv fyrsti kundin settur til har í august 2014.
 
Nótin arbeiðir miðvíst við at veita breiðband til økir, har einki nøktandi samband fæst.