Nótin breiðband
Vit bjóða tráðleyst breiðband, Eigarafelag- og Fipur- breiðband í ávísum støðum.
Tú leigar útgerð frá okkum og tú skal einki gjalda fyri at seta í gongd, útgerð (grund pakka), uppsetan ol.
Í serligum umstøðum er “grund pakkin” ikki nokk fyri at fáa eitt nøktandi úrslit, og tá má onnur avtala gerast.
Eru tit í einum eigarafelagið og/ella hava frammanundan felagsparabol, kunnu tit eisini fáa breiðband, hendan vegin.
"Eigarafelag breiðband" er ein loysn til býlingar, eigarafeløg og líknandi, ið longu hava kaðal út í húsið.
Breiðband frá okkum er ‘flatrate’ breiðband, ið merkir, at tú rindar ein fastan kostnað uttan mun til hvussu nógv, tú brúkar netið.
Hetta merkir, at tú ongantíð fært nakra eykarokning.
Tá tú so hevur stovnað breiðband hjá okkum, bindur tú teg til eina 6-mánaða avtalu.
Gev gætur, at vit ikki kunnu bjóða okkara tænastur í øllum Føroyum.