Nótin breiðband

Vit bjóða tráðleyst breiðband, Eigarafelag- og Fipur- breiðband í ávísum støðum.

Tú leigar útgerð frá okkum og tú skal einki gjalda fyri at seta í gongd, útgerð (grund pakka), uppsetan ol.
Í serligum umstøðum er “grund pakkin” ikki nokk fyri at fáa eitt nøktandi úrslit, og tá má onnur avtala gerast.

Eru tit í einum eigarafelagið og/ella hava frammanundan felagsparabol, kunnu tit eisini fáa breiðband, hendan vegin.
"Eigarafelag breiðband" er ein loysn til býlingar, eigarafeløg og líknandi, ið longu hava kaðal út í húsið.

Breiðband frá okkum er ‘flatrate’ breiðband, ið merkir, at tú rindar ein fastan kostnað uttan mun til hvussu nógv, tú brúkar netið.
Hetta merkir, at tú ongantíð fært nakra eykarokning.

Tá tú so hevur stovnað breiðband hjá okkum, bindur tú teg til eina 6-mánaða avtalu. 

Gev gætur, at vit ikki kunnu bjóða okkara tænastur í øllum Føroyum.

Tráðleyst breiðband

Frá okkum fært tú altíð tráðleyst internet. Tú leigar ein tráðleysan beinara, sum kann fáa bæði tína farteldu, borðteldu og eisini tína snildfon á netið. Gamli beinarin hjá tær kann tó eisini brúkast - hann kann setast til nýggja tráðleysa beinaran frá okkum.

Tráðleyst internet

Bíligasta breiðband í Føroyum

Tú fært flatrate breiðband, sum merkir at tú kanst downloada so nógv tú vilt, uttan at prísurin nakrantíð fer upp. Harumframt verður serstøk tøkni brúkt at trygga tær eitt støðugt og skjótt netsamband ...Ná ja, so eru vit eisini bíligast í landinum.

Bíligasta internetið í Føroyum

Dekningur

Higartil kunnu vit bjóða breiðband út á hesum støðum:
Tórshavn, Argir, Norðasta Horn, Hoyvík, Saltangará, Runavík, Toftir, Strendur, Kambsdalur, Fuglafjørður og Æðuvík.

Dekningur

Eigarafelag og Fipurnet

Tú kanst eisini fáa breiðband gjørnum kervið hjá ymskum eigarafelagum, í løtuni hava vit samstarv við eigarafelagið Norðastahorn, Lítlagil og Æðuvík.

Eisini bjóða vit fipurnet, í samstarv við Fa. Glotti, sí meira her.

Felagsnet